Innanlands

Arctic Voyager landar 1500 tons í Fuglafirði

Arctic Voyager slapp framat at landa í morgun

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2019-01-30 22:57 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager landar í løtuni 1500 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Upplýst veruðr, at teir hava fiskað svartkjafta sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og at svartkjafturin fyrst verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan víðari til fóður seinni.

Tá ið liðugt er at landa Arctic Voyager, fer skipið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

Skipini hava í løtuni hampiligan fiskiskap eftir svartkjafti. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder