2024-04-22 20:26
Uppsjóvarskipið Arctic Voyager landar í løtuni 1.950 tons av svartkjafti til Havsbrún.
Arctic Voyager hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Tá ið Arctic Voyager hevur landað, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald