Innanlands

Árliga fiskivinnutingið verður í kvøld

Sjómannadagarnir byrja við fasta kjakfundinum í skúlanum. Fundurin kann hoyrast á Rás2

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-08-16 16:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld kl 18.30 verður árliga Fiskivinnutingið í Klaksvík í sambandi við Sjómannadagin

Fiskivinnutingið, sum verður fyriskipað av Føroya Fiskimannafelag, verður á Skúlatrøð og byrjar kl. 18.30.

Høvuðsevnið á fundinum er orðað sum ein spurningur: Ber til at virðisøkja fiskatilfeingið meira, enn gjørt verður í løt­uni, og hvørjar avbjóðingar eru í hesum sambandi?

Lagt verður upp til, at evnið skal viðgerast við atliti at tveimum ymiskum produkt-sporum:

- Eru ótroyttir møguleikar fyri virðisøking av fiskatilfeinginum, tá ið tað kemur til matvørur úr fiski (fiskur í dósum og aðrar liðugtvørur, nýggjar tøkniligar viðgerðir av rávøruni osfr.)?

- Hvørjir eru møguleikarnir fyri virðisøking av fiskatilfeinginum við øðrvísi produktum, tvs. vør­um úr fiski, grundaðar á biotøkni o.l. (kend dømi: plástur úr skræðu, lýsi o.l., tablettir)? 

Tríggjar framløgur vera:

Sigurjón Árason, yvirverkfrøðingur á Matís og professari á Háskóla Íslands: Virðisøking – royndirnar í Íslandi

Fróði Magnussen, formaður í búskaparráðnum: Virðisøking og fjøltáttan av búskapinum í samfel­ags­búskap­ar­ligum høpi – fyrimunir, møguleikar og avbjóðingar

Ben Arabo, stjóri í Framtaki: Fígging av nýggjum/innovativum framleiðslum 

Pallborðsorðaskifti

Pallborðið verður mannað við umboðum fyri politisku flokkarnar á tingi. Hvørt umboðið fær fimm min­utt­ir til at seta fram tær visiónir og ætlanir, ið flokkur teirra hev­ur á økinum.

Fólkaflokkurin: Árni Skaale
Sambandsflokkurin: Johan Dahl
Javnaðarflokkurin: Uni Holm Johannesen
Tjóðveldi: Dennis Holm
Framsókn: Árni M. Dam
Miðflokkurin: Steffan Klein Poulsen

Eftir inn­­leiðandi um­farið verður orðaskifti. Rás2 sendir beinleiðis frá tiltakinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder