Innanlands

Avtalan við russar kostar okkum 390 milliónir um árið

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi leggur fram frágreiðingina “Exit Russland” fram í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-05-02 11:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Virðið á uppsjóvarkvotunum í føroyskum sjógvi er munandi størri enn tað, sum føroysk skip fáa burtur úr fiskiskapinum í Barentshavinum.

Tað er niðurstøðan í frágreiðingini “Exit Russland”, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur latið gjørt, og sum verður løgd fram á almennum tiltaki í Løkshøll í Runavík seinnapartin.

Í beinleiðis inntøkum fæst meira burtur úr Barentshavinum í løtuni, men niðurstøðan í frágreiðingini leggur dent á tey virðini í uppsjóvarkvotunum, sum ikki verða gagnnýtt. Í frágreiðingini stendur soleiðis:

“Samanbera vit bert uppsjóvarfiskin við fiskiskapin í Barentshavinum, so eru flestu av teimum inntøkunum, sum vit hava hugt eftir, hægri fyri Barentshavið. Tó so eru tað møguleikarnir at virðisøkja uppsjóvarfiskin á landi, sum gera, at virðið á uppsjóvarkvotunum gerst munandi størri enn virðið á Barentshavinum. Leggja vit inntøkur frá botnfiskinum avtrat, so gerst niðurstøðan, at í 2021 høvdu føroyingar kunnað havt knappar 400 milliónir meira í inntøkum av at fiska tær kvotur, sum vit lata Russlandi og Norra.”

Víðari stendur:

“Føroyingar lata fyri tað mesta uppsjóvarfisk fyri fiskiskapin í Barentshavinum. Samanborið við botnfiskin undir Føroyum, sum eru smáir stovnar, so hava teir tríggir stovnarnir – makrelur, sild og svartkjaftur – søguliga verið ógvuliga støðugir. Tá ið toskastovnrin í Barentshavinum er væl fyri, er hann umleið 3 milliónir tons, meðan makrel-, silda- og svartkjaftastovnarnir hava verið millum 10 og 15 milliónir tons tilsamans í mong ár. Sostatt bendir hetta á, at uppsjóvarfiskurin er ein sera trygg inntøkukelda hjá føroyingum. Í hvussu er, er tað hugsandi, at vit kundu havt stórar inntøkur frá virðisøking, um vit sjálvi fiskaðu tað, sum vit lata russum og norðmonnum fyri Barentshavið.”

[object Object]
Árni M. Dam (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mett verður, at føroyska samfelagið kundi tjent 390 milliónir krónur meira um árið, um avtalan við Russland varð uppsøgt og vit ístaðin fyri mistu toskakvotuna í Barentshavinum fiskaðu uppsjóvarfiskin, vit lata russum, sjálvi.

Javnaðarflokkurin Fólkatingi hevur gjørt kanningina í samstarvi við Árna M. Dam á Norðskála.

Øll frágreiðingin kann lesast her 

Á framløguni í Løkshøll í dag kl. 15.15 verður eisini politiskt kjak millum tingmenninar Una Holm Johannesen úr Javnaðarflokkinum og Beinir Johannesen, formann í Fólkaflokkinum, umframt samrøða við Eirik á Húsamørk, stjóra á Høvdavirkinum í Leirvík, um menningarmøguleikar í svartkjaftinum.

Tiltakið er alment og ókeypis.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder