Uttanlands

Bakkafrost ætlanir um stóra smoltstøð í Skotlandi

Á støðini, ið skal byggjast í Hunterston á skotsku vesturstrondini, verða eisini skrivstovur, kanningarstovur og undirvísingarhølir

(Tekning: Bakkafrost Scotland)

(Tekning: Bakkafrost Scotland)

2024-08-29 09:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bakkafrost hevur ætlanir um at byggja eina stóra nýggja smoltstøð á skotska meginlandinum.

Bakkafrost Scotland hevur júst sent inn eina umsókn til North Ayrshire Council har greitt verður nærri frá ætlanunum við støðini, sum felagið ætlar at byggja á einum lendi skamt norðan fyri býin Hunterston við skotsku strondina, umleið 55 kilometrar vestan fyri Glasgow. Hunterston liggur út til Firth of Clyde beint innan fyri Isle of Aran.

Miðilin Largs & Millport Weekly News skrivar, at uppskotið fevnir um bygningar og uttanumsøki, sum skal knýtast saman við nýmótans norskari umhvørvistøkni. Roknað verður við, at komandi støðin hjá Bakkafrost í Hunterston kemur at skapa um 35 nýggj arbeiðspláss í økinum.

Ein talsmaður fyri Bakkafrost sigur fyri miðlinum, at endamálið við verkætlanini er ein liður í at gera Bakkafrost til mest burðardygga laksaframleiðara í Skotlandi.

- Bakkafrost leggur upp til eina endurnýggjandi aliskipan í Fairlie (økið, har Hunterston liggur, -red.), sum er ein vælgrundað skipan til at ala størri smolt, og harvið eisini minkar um ávirkanina á sjónum.

Talan verður um eina afturlatnað skipan á landi, har laksurin verður aldur longri í feskvatnstangum, áðrenn hann verður fluttur út á sjógv.

Á støðini verður eisni bygdur ein nýggjur umsitingar- og útbúgvingardepil fyri Bakkafrost Scotland. Í bygninginum verða skrivstovuhølir, fundarhøli, kanningarstovur, starvsfólkarúm og undirvísingarhølir.

Í umsóknini verður dentur lagdur á, at brúkt verður ein serliga umhvørvislig skipan, sum norska felagið Nofitech (Norwegian Fishfarming Technologies) hevur ment.

Bakkafrost vísir eisini á, at tey arbeiða við grønum orkuloysnum við sólfangarum á tekjuni, og sjóhitaskipan umframt at bygningurin verður bygdur við orkusparandi loysnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder