Sum liður í felagsins strategi at ala og framleiða størri nøgdir av laksi á burðardyggan hátt, er hol sett á arbeiðið at byggja nýggjan brunnbát. Nýggi brunnbáturin verður bygdur á Sefine skipasmiðjuni í Turkalandi, og verður væntandi avhendaður um tvey ár.
Nýggi brunnbáturin verður 109 metrar langur, 22 metrar breiður og fer at stinga sjey metrar djúpt. Hann kemur samanlagt at hava eina rúmd á 10.000 m3, har teir fýra brunnarnir rúma 7.000 m3 av sjógvi, og tangarnir rúma 3.000 m3 av feskvatni.
Báturin kann lasta 1.000 tons av livandi laksi.
Sum liður í ætlanini um at minka um felagsins umhvørvisligu ávirkan, verður nýggi brunnbáturin útgjørdur við battarískipan. Harvið er talan um ein sonevndan hybrid brunnbát. Hetta merkir, at orkunýtslan alla tíðina verður optimal, har báturin annaðhvørt nýtir streym úr akkumulatorunum, ella goymir orku í akkumulatarnar, tá eyka máttur verður framleiddur so hvørt sum ein av teimum fimm motorunum starta. Harafturat verður báturin koblaður til landstreym, tá hann kemur til bryggju, og tískil fer báturin at vera sera friðarligur í rakstri.
Brunnbáturin verður útgjørdur við sonevndum DP, ið merkir, at báturin kann liggja á ávísari knattstøðu uttan at vera bundin ella ankraður og gera einhvørja arbeiðsuppgávu. Tískil verður hann sera væl egnaður at gera ymiskar uppgávur á opnum havi.
Hugt verður áhaldandi at, hvussu felagið kann minka um lívfrøðiliga váðan í rakstrinum. Nýggi brunnbáturin tryggjar Bakkafrost eina framhaldandi støðuga og sunna framleiðslu.
Brunnbáturin verður útgjørdur við tøkni at framleiða feskvatn úr sjógvi, ið millum annað verður nýtt til viðgerð móti lús. Savnaða framleiðsluorkan verður 6.000 m3 av feskvatni um samdøgrið. Tískil kann báturin viðgera laks út í eitt uttan at fara av aliøkinum at taka vatn.
Nýggi brunnbáturin er eitt týdningarmikið stig á leiðini at røkka yvirskipaðu málunum um, at Bakkafrost skal hava ein samlaðan kapasitet á 100.000 tons av laksi, og at 500 tons av laksi skulu kryvjast á virkinum á Glyvrum um dagin.
Tørvurin á skipum at gera ymiskar uppgávur økist munandi framyvir. Flutningur av smolti verður munandi øktur, nú gongd er á ætlanini um at ala longri á landi. Í framtíðini koma smoltini at viga millum 500 og 700 gram, tá tey verða flutt út í ringarnar. Harumframt koma skipini at loysa uppgávur í sambandi við viðgerð móti laksalús og øðrum táknuavbjóðingum og flutningi av størri fiski í sambandi við havaling.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald