Bakkafrost er innstillað til eina heiðurliga virðisløn, tá tað snýr seg um matvørur av heilt serligari góðsku. Tað vil siga, at tað er felagið hjá Bakkafrost í Skottlandi, Scottish Salmon Company, sum framleiðir vøruna, ið er innstillað til eina Seafood Excellence Award.
Avgerðin um hvør fær heiðurin verður tikin undir messuni Seafood Expo North America/Seafood Processing North America í Boston 13. mars.
Vøran, sum talan er um, er ein royktur laksur, kallaður Native Hebridean. Laksurin verður royktur á SSC Harris & Lewis Smokouse í Isle of Lewis á Hebridunum.
Roykingin fer fram í siðbundnum steinovnum, og brennið er av brúktum whiskytunnum.
Su Cox, sum er menningar- og samskiftisstjóri hjá Scottish Salmon Company, sigur soleiðis við Fish Farmer Magazine:
- Native Hebridean er veruliga nakað heilt serligt. Henda tilnevningin er ein viðurkenning av okkara vørum frá teimum bestu kokkunum. Hetta er ein skotskur gloypibiti við rót langt aftur í søguna hjá Hebridunum og skotsku vesturstrondini. Av sonnum ein hebridisk hetja.
Í fjør vann Native Hebridean heiðurslønina Great British Food Award.
Hinar vørurnar, sum eru innstillaðar at vinna Seafood Excellence Award í “foodservice”-bólkinum eru “Chesapeake Bay Panko Breaded Oysters” hjá Handy Seafood, “Cobia Panko Bites” hjá Natuno USA og “Seagrove Ribbon Kelp” hjá Seagrove Kelp Co.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald