Innanlands

Bakkafrost fegnast um betri úrslit í Skotlandi

Rakstrarúrslitið fyri fyrsta ársfjórðing í ár var betri enn sama tíðarskeið í fjør, hóast munandi lægri tøku

(Savnsmynd: Bakkafrost)

(Savnsmynd: Bakkafrost)

2023-05-09 07:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fyrsta ársfjórðing 2023 var 565 milliónir krónur. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 321 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 155 milliónir krónur, í mun til eitt rakstrarhall á 53 milliónir krónur í fjør. Rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 129 milliónir krónur. 

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Vit eru nøgd við úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing, serliga við betraðu úrslitini í Skotlandi. Vit sóu byrjandi tekin um betringar í fjórða ársfjórðingi og higartil í ár, hevur góða gongdin í Skotlandi hildið sær.

Gongur framá við sameiningini

- Tað gongur framá við sameiningini av skotska og føroyska virkseminum. Eitt nú í okkara sølu og marknaðarføring, har nýggju Bakkafrost vørumerkini skapa eyka virðir fyri felagið. Kundar okkara viðurkenna góðu góðskuna av Bakkafrost laksinum, uttan mun til um upprunin er føroyskur ella skotskur.  

- Sum væntað, høvdu vit lága tøkunøgd í Føroyum hendan ársfjórðingin, og hevði hetta ávirkan á fíggjarliga úrslitið. Lívfrøðiliga gongdin hevur verið góð og serliga góð, tá ræður um vøkstur og fóðurfaktor. Vit hava havt lægri tøkuvekt hendan ársfjórðingin, orsakað av okkara raðfesting at fáa fellið, eins og lúsatalið niður. 

- Við nýggju møguleikunum við okkara nýggja tænastuskipi Bakkafossi, vænta vit at vaksa støddina á fiskinum, eins og vit halda fram at tryggja fiskavælferð og lágt lúsastøði.

[object Object]
Regin Jacobsen, stjóri (Mynd: Ólavur Frederiksen)

- Góðskingargeirin avrikaði væl í hesum ársfjórðinginum við positivum tølum, hóast høgar rávøruprísir. Í nógv ár hevur Bakkafrost brúkt um 40 prosent av tøkunøgdini til virðisøkta framleiðslu í góðskingargeiranum. Alt eftir hvussu úrslitið av uppskotinum hjá landsstýrinum um tøkugjald verður, verður henda strategiin endurskoðað, eins og galdandi fimm ára íløguætlan, ið varð løgd fram í 2021. 

- Á íleggjaradegnum, sum verður í Skotlandi 6. juni, fara vit at framleggja nýggju íløguætlanina fyri 2024-2028.

- Laksaprísurin hevur verið óvanliga høgur í hesum ársfjórðinginum, og útboðið av laksi minkaði i mun til fyrsta ársfjórðing í fjør, ið eisini var lágt í mun til árið fyri. Vit vænta tó, at útboðið av laksi í øðrum hálvári verður væl hægri, og at laksaprísurin tískil verður lægri, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

Lægri tøka 

Samlaða tøkan í fyrsta ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 19.100 tons í kruvdari vekt, í mun til 21.400 tons sama ársfjórðing í fjør. Harav vórðu 11.000 tons tikin í Føroyum, í mun til 17.500 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 8.100 tons í kruvdari vekt tikin, í mun til 4.000 tons sama ársfjórðing í fjør.

Tilsamans vórðu 3.8 milliónir smolt sett út í fyrsta ársfjórðingi, í mun til 4,2 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 2,1 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 1,7 milliónir smolt í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 321 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2023, í mun til 442 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 314 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2023, samanborið við 471 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør. Laksaprísirnir vóru hægri í fyrsta ársfjórðingi, samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør, men tøkunøgdin var lægri.

Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 155 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2023, í mun til eitt rakstrarhall á 53 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 6 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2023, í mun til eitt rakstrarhall á 29,0 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fyrsta ársfjórðingi 2023 var 129 milliónir krónur, samanborið við 86 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør.

591 milliónir krónur í vinningsbýti

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.357 milliónir krónur við endan á fyrsta ársfjórðingi 2023, í mun til 2.664 milliónir krónur við ársenda 2022. Bakkafrost hevði 2.857 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á fyrsta ársfjórðingi 2023.

Á ársaðalfundinum, sum var fríggjadagin 28. apríl 2023, varð samtykt, at 10 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið. Hetta gevur eitt samlað vinningsbýti á 591 milliónir krónur, ið verða goldnar partaeigarunum um 22. mai í ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder