Innanlands

Bakkarfrost: 71 milliónir í rakstrarúrsliti í triðja ársfjórðingi

Aligeirin og liðugtvøruframleiðslan góvu 146,2 milliónir. Hinvegin eru avbjóðingar í Skotlandi

Regin Jacobsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Regin Jacobsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-11-09 07:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing í ár var 70,5 milliónir krónur. Samlaða tøkan av laksi var 21.900 tons, harav 14.900 tons vórðu tikin í Føroyum og 6.900 tons í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 146,2 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 81,3 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 11,1 milliónir krónur, og rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 111,2 milliónir krónur.

131,3 milliónir eftir skatt 
Úrslitið eftir skatt fyri triðja ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 131,3 milliónir krónur í mun til 176,8 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Fyrstu níggju mánaðirnar 2021 var samlaða úrslitið eftir skatt var 967,2 milliónir krónur í mun til 500,5 milliónir sama tíðarskeið í 2020.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Úrslitið í hesum ársfjórðinginum gjørdist væl slakari enn væntað. Tilvitað framskundað tøka av laksinum á A72 Haraldsundi fyri at fáa felags brakklegging við A73 Viðareiði, viðførdi munandi lægri miðalvekt og virði á tikna fiskinum. Átakið var fyri at optimera lívfrøðislig og veteriner viðurskifti og betra raksturin á hesum aliøkjum framyvir.

- Harafturat var óheppið, at tað tók longur tíð enn ætlað at fáa MS Martin kláran aftur at fara undir lúsaviðger aftan á umbyggingina í vár. Martin er okkara álit tá tað kemur til mekaniska lúsaviðgerð, og í vár gjørdu vit av at seta nýggja framkomna lúsaviðgerartøkni umborð. Í lúsastrategi okkara leggja vit stóran dent á at fyribyrgja lúsatrupulleikar við at halda lúsatølunum niðri. Við tað at hetta dróg út,  bleiv lúsaviðgerin truplari og tað viðførdi størri felli enn vanligt.

Pinkuhvalspýggj ein avbjóðing í Skotlandi
- Í Skotlandi hava vit havt sera stórar avbjóðingar á nøkrum aliøkjum. Avbjóðingar hava verið við  niðursettari táknuheilsu, ið saman við øðrum stórum stimum av pinkuhvalspýggjum, hevur viðført sera stórt felli. Tí kom tað væl við, at vit í septembur kundu senda nýggja tænastuskip okkara, Bakkanes, til Skotlands at hjálpa at viðgera fiskin.

- Okkara stóru íløguætlan fyri Skotland fer sum frá líður at minka munandi um lívfrøðisliga váðan bæði við fyribyrgjandi kapasiteti at styrkja táknuheilsuna við meir kapasiteti til feskvatnviðgerð longu komandi ár og so hvørt sum nýggju smoltstøðir okkara fara at framleiða stór smolt. Hettar verður ein kolvelting fyri virksemið okkara í Skotlandi, men tað fer at taka nøkur ár áðrenn vit eru á mál við neyðugu íløgunum.

- Marknaðurin er enn nakað merktur av koronafarsóttini, men er batnaður munandi. Samanborið við triðja ársfjóðring í fjør øktist samlaða útboðið av laksi í ár 7 prosent, samstundis sum laksaprísurin hækkaði 14 prosent. Bakkafrost hevur í hesum ársfjórðinginum aftur økt um søluna til matstovuvinnuna, hagar 65 prosent av tøkuni í Føroyum varð seld.

- Í septembur kunngjørdu vit umfatandi íløguætlan fyri árini 2022-2026.  Hesi komandi fimm árini ætla vit at gera íløgur fyri í alt 6,2 milliardir krónur í Føroyum og Skotlandi. Endamálið er at minka um váðan, betra effektivitetin og skapa burðardyggan vøkstur. Íløgurnar fara at skapa nógv arbeiði í útjaðaranum bæði í Føroyum og Skotlandi, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder