Sum skilst var tað bert ein av manningini, sum heilsaði upp á 57 ára gamla kokkin umborð á Kambi, tá skipið sakk 15-17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi týsmorgunin 6. februar.
Tað var maskinmeistarin umborð, sum í rættinum í dag greiddi frá, at hann hevði heilsað upp á kokkin á veg niður í maskinrúmið at tendra ljósmotorin aftur.
72 ára gamli maskinmeistarin greiddi í sjórættinum frá, at hann lá í koyggjuni henda morgunin og vaknaði av einum ógvusligum sjógvi, sum slongdi hann yvir í annað borðið í koyggjuni.
Hann merkti beinanvegin, at skipið legði seg, og uppførdi seg ikki sum tað plagdi.
Um sama mundið fór eisini ein alarmur í gongd. Ein lítil alarmur, sum hann plagar at hava í lummanum. Talan er um ein automatiskan alarm frá maskinrúminum, sum ikki sigur hvat er galið, bara at okkurt er galið.
- Skipið lá so mikið á liðini, at eg mátti klíva fyri at sleppa upp um koyggjustokkin og upp, greiddi maskinmeistarin frá.
Hann valdi at skunda sær niður í kontrollrúmið fyri at kanna hvat var hent har niðri.
Hann smeyg sær í einar buksur, fann ikki brillurnar, men fór kortini avstað. Tað eru tríggjar hæddir frá maskinmeistarakamarinum og niður til kontrollrúmið, og enn ein hædd longur niður til sjálva maskinuna.
Maskinmeistarin greiddi frá, at á veg niður, kom hann framvið kamarinum hjá kokkinum. Hann stendur nývaknaður í undirklæðum í hurðini og spyr hvat er á vási.
- Eg sigi bara, at vit høvdu fingið ein alarm og fór víðari. Tað var seinastu ferð eg sá kokkin, greiðir maskinmeistarin frá. Og sambært avhoyringunum í rættinum í dag, var hann eisini tann einasti, sum skifti orð ella sá kokkin henda morgunin.
Maskinmeistarin greiddi rættinum frá, at á veg niður legði skipið seg bara enn meira á liðina, og skipið fekk eisini eitt blackout. Hann fór niður í maskinrúmið og fekk tendrað ljósmotorin aftur manuelt, væl vitandi, at tað møguliga bert fór at halda í eina løtu.
Síðani skundaði hann sær uppaftur, tí tá var alarmurin eisini farin í gongd, sum boðaði frá, at manningin skuldi av skipinum.
Á veg uppaftur síggi eg, at hurðin inn til kokkakamarið stendur opin, men slapp ikki at hurðini í umstøðunum sum vóru.
- Eg hvørki sá ella hoyrdi nakað til kokkin.
Hereftir fór maskinmeistarin upp á brúnna og var ein av teimum 13, sum í fyrstu atløgu vórðu bjargaðir av skipinum.
Ongin av hinum avhoyrdu høvdu sæð nakað til kokkin, sum hevur eina øðrvísi dagrútmu enn hinir menninir, sum ganga antin 8-8 ella 6-6. Kokkurin hevur sínar føstu uppgávur, sum fyrst av øllum er at gera døgurða og nátturða til manningina. Hann er vanliga ikki komin fram, tá fyrsta vaktin skal hava morgunmat, men hevur lagt matin fram til teir, sum teir so fáa sær sjálvir.
--
Meira frá sjófrágreiðingini
- Tá eg kom uppaftur úr sjónum var einki at síggja til hann
Menninir á brúnni máttu hivast upp við brandslangu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald