Uttanlands

Beinur havt hampiligan fiskiskap í Norðsjónum

Beinur kom til Skagen í gjárkvøldið við 750 tonsum

Savnsmynd (Mynd: Christian Jensen - Skibsarkivet)

Savnsmynd (Mynd: Christian Jensen - Skibsarkivet)

2018-10-17 09:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Beinur úr Hirtshals, kom í gjár til Skagen, har teir skulu landa.

Beinur hevur verið á sildaveiðu í Norðsjónum, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Gunnar Nolsøe, skipari, upplýsir, at teir hava 750 tons av góðari sild - umleið 170 til 210 gramm.

Veiðan verður landað í Skagen, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu í Norðsjónum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder