Uttanlands

Beinur hevur landað í Hirtshals

Danska uppsjóvarskipið hevur landað 2000 tons í Hirtshals

Savnsmynd (Mynd: Birger Josephsen)

Savnsmynd (Mynd: Birger Josephsen)

2018-11-20 21:01 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Beinur úr Hirtshals landaði í vikuni eina last á 2000 tons av makreli.

Oddur Eystberg Jensen, skipari, upplýsir, at teir hava fiskað í ES sjógvi.

Talan var um góðan makrel - umleið 400 gramm til støddar, sum varð koyrdur til Sæby frá Hirtshals í bilum.

- Vit raktu við makrel við makri vestanfyri Hetland, og landaðu veiðuna sunnudagin, sigur Oddur Eystberg Jensen, skipari.

Tá ið liðugt var at landa, fóru teir á sildaveiðu. Við hendan túrin vóru sjey mans.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder