Uttanlands

Beinur skal landa sild í Skagen

Beinur hevur havt góðan fiskiskap eftir sild

Savnsmynd (Mynd: Birger Josepsen)

Savnsmynd (Mynd: Birger Josepsen)

2018-12-04 13:44 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Beinur skal landa í Skagen í kvøld.

Teir hava 1300 tons av sild, sum teir hava fiskað í Norðsjónum, og sum skal landast í Skagen.

Upplýst verður, at teir nú hava fiskað sildakvotuna fyri í ár, og at teir hava eitt sindur eftir av brislingakvotuni, men óvist er um teir gera nakað meira við hana í ár.

Við Beinur hendan túrin vóru sjey mans, og skipari er Oddur Eystberg Joensen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder