- Farna árið varð dupult so gott sum ringasta árið, tá vit avreiddu fyri 2 milliónir krónur. Samstundis er tað bara helvtina av besta ári, vit hava gjørt.
Orðini eigur Kristin Vilhelmsen, eigari og skipari á garnabátinum Gudrun í Klaksvík.
- Síðstu sjey árini hava verið sera tung at komið ígjøgnum, við atliti til fiskiskapin og raksturin av bátinum. Tó skal eisini sigast, at tey eru batnaði nærum hvørt ár, soleiðis, at 2018 var eitt brúkiligt ár, sigur Kristin.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Gudrun roynir við havtaskugørnum. Teir hava loyvi at royna alt árið, men gevast vanliga í desember og byrjað aftur í februar. Tá røkja teir gørnini, og báturin er á beding, og so hava teir langa jólaferiu, sigur Kristin.
- Vit eru fimm mans og royna við 800 gørnum. Vanliga eru vit burtur í hálvtannað til tvey samdøgur, og tá hava vit drigið og sett allan reiðskapin. Vit kunnu gera tað skjótari, tí vit draga 70 gørn um tíman á grunnum vatni. Men vit hava líkasum innarbeitt eina rútmu, har vit draga 400 gørn og seta tey aftur. So fáa vit okkum ein døgurðabita og slang omaná, so draga og seta vit restina, sigur Kristin Vilhelmsen.
Manningin á Gudrun var blíð við sjómanstrúboðarin, sum vitjaði umborð áðrenn jól.
Teir fingu jólapakkar, og tíð var eisini til prát, eitt Guds orð og bøn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald