Mikunáttina kom nýggjasta skipið í føroyska flotanum, Birita, á Havnina. Skipið kallaðist Havfisk og er keypt úr Norra.
Tað er bygt í Norra í ár 2000, er 67 metrar langt og 13 metrar breitt og lastar umleið 2000 tons. Motorurin er ein 5,500 KW Wàrtsila.
- Skipið er í sera góðum standi og er lítið brúkt. Tað hevur ikki fiskað meiri enn 5-6 mánaðir árliga og tað mesta við nót. Tí er tað ikki meiri brúgt enn t.d. eitt átta ára gamalt føroyskt skip, sigur skiparin Torfinn Debes Davidsen.
- Nú gera vit skipið klárt til fiskiskap, og so eru nøkur krøv, í samband við at tað kemur undir føroyskt flagg. Vit vóna at sleppa avstað í komandi viku, sigur hann.
- Nú er betri fiskiskapur eftir sild, og tí rokni eg við vit fara á sildaveiðu. Vit vera 11 mans við, men fyrsta túrin koma eisini tveir norðmenn við, sum hava siglt við skipinum, sigur Torfinn Debes Davidsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald