Innanlands

Birita fiskað kvoturnar

Birita er farin á Runavík, har skipið verður liggjandi til í heyst

Birita (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Birita (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2025-05-28 06:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Birita hevur fiskað kvoturnar, og verður nú liggjandi til skipið fer aftur til fiskiskap í september.

- Vit hava nú fiskað okkara part, og og nú verður skipið liggjandi til september mánaða, sigur Birgir Lützen, reiðari.

Birita er eitt av uppsjóvarskipunum, sum hevur minst kvotu í flotanum og hetta ger, at skipini nú er lagt fyri summarið.

Hóast skipið hevur lítla kvotu, so hevur Birgir Lützen, reiðari sagt, at eingin áhugið er at selja hvørki skip ella kvotur.

Les eisini: Ongar ætlanir um at selja skip og kvotur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder