Innanlands

Birita roynist væl

Vóna at fáa ein túr afturat áðrenn jól, sigur skiparin á Biritu, Torfinn Debes Davidsen

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-12-18 17:18 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Hetta er fjórði túrurin, og vit eru væl nøgdir við skipið. Harafturat hevur fiskiskapurin verið í lagi, burtursæð frá einum túri, tá lítið var at fáa og vánalig fiskilíkindi. 

Tað sigur skiparin á Biritu, Torfinn Debes Davidsen.

- Vit hava trolað eftir sild allar túrarnar. Fyrsti túrurin var í íslendskum sjógvi. Síðani hava vit roynt í altjóða- og í føroyskum sjógvi. Støddin hevur ligið um 360 gram og størri, sigur hann.

- Vit eru 11 mans, sum ikki hava samstarvað umborð her fyrr. Tí tók tað nakrar dagar, áðrenn arbeiðsrútman kom, men tað hevur gingið væl kortini, sigur hann.

- Vit hava umleið 1300 tons og byrjaðu at landa til Pelagos klokkan 11. í gjár. Vit fara avstað aftur so skjótt, vit eru lidnir at landa í kvøld, og vóna at fáa ein túr afturat, áðrenn jól, sigur Tórhallur D. Davidsen, skipari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder