Havfisk, sum Sp/f Gráastein hevur keypt, er nú ávegis til Føroyar.
Fólk frá reiðarínum hava seinastu tíðina verið umborð, meðan skipið hevur fiskað í norskum sjógvi.
Havfisk ella Birita, sum skipið skal kallast nú tað skal skrásetast í føroyska flotanum, verður eftir ætlan í Føroyum mikudagin.
Havfisk er keypt fyri 65 milliónir krónur, og felagið hevur fingið tillutað uppsjóvarkvotur til ítøkiligt skipakeyp.
Nær Birita fer til fiskiskap er óvist, men væntandi gongur ikki lang tíð.
Eigararnir lata sera væl at nýggja skipinum, sum er í góðum standi.
Birita fær heimstað í Tórshavn.
Skipið hevur ligið í Ålesund í nakrar dagar. Sí myndir úr Norra:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald