
Bogi Petursson Nielsen, sum síðan 2015 hevur verið stjóri á Faroe Ship, verður nýggjur stjóri á uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði. Tað boðar Pelagos frá í tíðindaskrivi í dag.
Bogi hevur útbúgving sum can.merc.aud, og hevur síðani 2007 starvast hjá Faroe Ship, fyrst sum fíggjarstjóri og síðani 2015 sum stjóri. Áðrenn hetta arbeiddi hann hjá grannskoðaravirkinum Rasmussen og Weihe og eitt tíðarskeið arbeiddi hann eisini hjá Effo.
Faroe Ship er partur av Eimskipsamtakinum. Undir leiðslu Boga, hevur Faroe Ship seinastu árini tikið stór átøk fyri at effektivisera og professionalisera Faroe Ship, soleiðis at fyritøkan framhaldandi er ein væl skipað, framkomin og effektiv organisatión og ein týdningarmikil eind í samtakinum.
Bogi er 50 ár og býr í Tórshavn saman við Ebbu, og hava tey fýra døtur.
- Hóast Bogi ikki hevur nakrar beinleiðis royndir í fiskivinnuni, so meta vit, at Bogi við sínum leiðsluroyndum er tann rætti persónurin at leiða Pelagos frameftir. Pelagos hevur eitt dugnaligt og sterkt leiðslutoymi við nógvum royndum, og saman við hesum gleða vit okkum at síggja Boga stjórna Pelagos víðari.”, sigur Jan Petersen, nevndarformaður í Pelagos
Bogi byrjar í starvinum sum stjóri í Pelagos, so skjótt hann er leysur úr starvinum sum stjóri í Faroe Ship.
Pelagos er framleiðsluvirki í Fuglafirði, sum virkar makrel, sild og lodnu. Felagið seldi í 2024 87.000 tons av fiski fyri áleið 998 milliónir krónur. Virki hevur eina framleiðsluorku á 900 tons um dagin, og tað starvast umleið 75 fólk á virkinum.
Umframt virkið í Fuglafirði, eigur Pelagos eisini framleiðsluvirki í Kollafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald