Innanlands

Bólkur 5b fingið fleiri fiskidagar

Løgtingið samtykti í gjár, at bólkur 5 fær 2.150 dagar afturat

2019-08-03 11:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hevur útróðrarbátar í bólki 5b verið uttan fiskidagar. Fultrikinir útróðarbátar komu í støðuna, at dagarnir í ár vóru uppi, men í gjár samtykti Løgtingið yvir 2.000 nýggjar dagar. Tað skrivar Kringvarpið.

Fólkaflokkurin mælti til at hækka talið av døgum til bólk 5b við 3.121 døgum. Hetta uppskotið fall. Landsstýrismanninum í fiskivinnumálum hevði síðani eitt uppskot um at hækka dagatalið hjá bólki 5 við 1127 døgum, har dagarnar skuldu skilmarkast til bólk 5b. Tað uppskotið varð samtykt, men tó við tí broyting at dagatalið hækkaði til 2.150. dagar. 

25 tinglimir atkvøddu fyri uppskotinum, tveir ímóti. Mett varð ikki, at økta dagatalið fer at ávirka veiðitrýstið.  

 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder