2024-09-09 23:37
Uppsjóvarskipið Borgarin kom í dag inn við 600 tonsum av makreli til Pelagos.
Borgarin hevur verið á makrelveiðu í norskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Skipini fiska í løtuni mest sum øll í norskum sjógvi, og talan er um góðan makrel, sum skipini fáa.
Tá ið Borgarin er liðugur at landa, verður farið aftur á makrelveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald