2018-06-21 13:16
Uppsjóvarskipið Borgarin kom á Fuglafjørð í gjár, har teir skulu landa.
Borgarin hevur fiskað svartkjaft norðanfyri Føroyar hendan túrin, og teir hava 1700 tons nú teir komu á Fuglafjørð.
Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.
Svartkjaftafiskiskapurin er minkaður nógv seinastu tíðina, og einans trý til fýra føroysk skip eru eftir, sum fiskað svartkjaft.