Í tíðarskeiðnum mai 2025 til apríl 2026 útfluttu Føroyar fyri nærum 14 milliardir krónur - 1,6 milliardir meira enn undanfarnu 12 mánaðirnar - ein vøkstur á 12,5 prosent, skrivar Hagstovan.
Fiskavøruútflutningurin, sum eisini er vaksin við 1,6 milliardum krónum, var 13,1 milliard krónur seinastu 12 mánaðirnar. Her er talan um ein vøkstur á 14,3 prosent.
Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgunum er vaksin, meðan útflutningsvirðið á fóðri og fiskamjøli er minkað.
Útflutningsvirðið á laksi vaks nærum 537 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. Tað er ein vøkstur á 9,4 prosent í útflutningsvirðinum, meðan nøgdin vaks við meira enn 22.000 tonsum – ella 23,9 prosent.
Útflutningsvirðið á toski er vaksið yvir 440 milliónir krónur – ella 40,7 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við 16,5 prosentum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald