Innanlands

Borgarin landar í Kollafirði

Borgarin hevur umleið 1300 tons av sild

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-10-10 06:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Borgarin kom í gjár á Kollafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á sildaveiðu í føroyskum sjógvi, og hava umleið 1300 tons av góðari sild við til lands, sum teir landa til Faroe Pelagic.

Upplýst verður, at teir byrjaðu at landa á middegið í gjár, og at teir fara aftur á sildaveiðu, tá ið liðugt er at landa.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder