Innanlands

Borgarin landar makrel í Kollafirði

Borgarin hevur havt góðan fiskiskap hendan túrin

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2019-01-07 22:07 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Borgarin kom á Kollafjørð leygardagin, har teir skuldu landa.

Borgarin hevur verið á makrelveiðu í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður at teir hava umleið 1600 tons av góðum makreli, sum verður landaður til Faroe Pelagic.

Tá ið Borgarin kom á Kollafjørð, landaði Norðingur. Borgarin slapp tí ikki framat fyrr enn í dag at landa sína last.

Uppsjóvarskipið Tummas T liggur eisini í Kollafirði. Teir hava júst landa umleið 1000 tons av makreli til Varðan Pelagic á Tvøroyri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder