2019-04-14 19:05
Uppsjóvarskipið Borgarin kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.
Upplýst verður, at teir hava 2000 tons av svartkjafti, sum teir hava fiskað sunnanfyri í føroyskum sjógvi.
Veiðan verður framleidd til mjøl og lýsið, og síðan verður svartkjafturin víðari virkaður til fóður.
Tá ið Borgarin hevur landað, fara teir aftur á svartkjaftaveiðu í Føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald