2025-03-05 21:40

Uppsjóvarskipið Borgarin er komið til Íslands, har skipið skal landa svartkjaft.
Borgarin hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Borgarin landar svartkjafti til Lodnuvinsluna í Fáskrúðsfirði, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap.
Seinastu tíðina hava føroysku skipini fiskað nógvan svartkjaft við Írland, og flestu skipini eru komin til føroya at landa veiðuna, sum verður landað til Havsvrún í Fuglafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald