2026-06-26 11:51
Uppsjóvarskipini Borgarin og Norðingur eru komin inn við gulllaksi, sum skal landast í Miðvági.
Borgarin hevur 330 tons, og Norðingur hevur 200 tons. Bæði skipini hava fiskað vestanfyri Føroyar hendan túrin.
Gulllaksurin verður landaður upp í lastbilar, og verður síðani koyrdur til Tavuna, har hann skal virkast.
Borgarin og Norðingur fara aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald