
Í røðini um føroyskar havnir varð vitjað í Sunda kommunu, har teir báðir Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri og Magnus Madsen, tilbúgvingarleiðari og havnameistari, greiddu frá virkseminum í havnunum í kommununi.
Eisini møguligar framtíðarætlanir vóru frammi, sum til dømis ynski hjá boragarstjóranum um ein ferðavinnumiðdepil við Áir.
Magnus Madsen og Eyðstein Zachariasen (Mynd: Jens Kr. Vang)
Poddurin er partur av røðini "Føroyskar havnir", sum verður her á Portalinum næstu tvær vikurnar. Petur Zachariassen leggur til rættis.
Partur 1: Fuglafjarðar Havn: Keikanturin nógv longdur seinastu árini
Partur 2: Eysturkommuna: Havnarløg - tað er har man blakar gamlar akkumulatorar, plattar og annað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald