Innanlands

Botnurin er lagdur fyri árið

Túrarniur á Flemish Cap leggja góðan botn fyri árið, og hava stóran týdning, sigur skiparin á Kambi, Mortan Mortensen

Mortan Mortensen, skipari á Kambi (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Mortan Mortensen, skipari á Kambi (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-03-23 09:48 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Í ár gjørdu vit tríggjar túrar á Flemish Cap í mun til tveir í fjør. Allir túrarnir gingu bæði skjótt og væl, og tí leggja teir ein góðan botn fyri alt árið. Hesir túrarnir hava tí sera stóran týdning fyri okkum.

Tað sigur garvaði skiparin á frystilínuskipinum Kambi, Mortan Mortensen.

- Vit høvdu gott veður yvir, burtursæð frá síðsta samdøgrinum. Harafturat høvdu vit gott veður báðar teir fyrstu túrarnar, sum vit landaðu í Saint Pierre. Síðsta túrin var keðiligt veður; men heimferðin gekk væl. Vit høvdu frískan vind undan nærum allan vegin, sigur Mortan.

- Vit royndu mest frá 130 og niður á 150 favnar, sum var nakað grynri enn í fjør. Sigast má, at tað var bæði stórur og góður fiskur, vit fingu, tí umleið 70 % var omanfyri 5 kilo og tá var hann avhøvdaður, sigur hann.

- Nú, vit hava fingið fiskivinnuavtalu við Ísland, fara vit til Íslands at royna. Okkara íslandskvota er uml. 270 tons, og skipið tekur uml. 230 tons. Tí vóna vit at kunna fiska t.d. 50 tons og so fara inn í Íslandi at landa tað uppí tvær frystibingjur, sum so vera sendar heim. Tað kundu vit ikki í fjør, men eg vóni sanniliga, at vit kunnu tað í ár. So kunnu vit fara útaftur og fiska uppí skipið, sigur Mortan Mortensen.

- Fiskiskapurin undir Føroyum hevur verið góður og íslandstúrurin plagar at roynast væl, so útlitini eru góð, sigur Mortan Mortensen, skipari á Kambi.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð týsdagin, tá menn vóru í holt við at gera skipið klárt. Tíð var eisini til eitt Guds orð, bøn og tøkk. 

Kambur fór avstað mikudagin og 16 mans fóru við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder