Innanlands

Bretar fegnast um at russar ikki sleppa í felagsøkið

- Eitt stórt fet framá í samstarvinum millum Bretland og Føroyar, sigur Mark Spencer, bretskur fiskimálaráðharri

Mark Spencer, bretskur fiskimálaráðharri (Savnsmynd: EPA)

Mark Spencer, bretskur fiskimálaráðharri (Savnsmynd: EPA)

2024-01-24 10:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretski ráðharrin við matvøru-, landbúnaðar- og fiskiveiðimálum, Mark Spencer, fegnast um, at russisk fiskifør ikki longur hava atgongd til at fiska í felags økinum millum Bretland og Føroyar.

Tað segði hann á einum fundi í matvøru- og umhvørvisnevndini hjá bretska undirhúsinum herfyri.

Blaðið Daily Express skrivar í eini longri grein í gjár, at Mark Spencer kallar hetta eitt stórt stig framá í samstarvinum millum Bretland og Føroyar.

- Sjálvandi hava vit heitt á Føroyar um ikki at loyva russum inn í felagsøkið, men hetta er ein avgerð, sum føroyingar hava tikið einsamallir, sigur Mark Spencer, sambært express.co.uk.

Express hevur fyrr verið í Føroyum fyri at lýsa, hvussu russisk skip hava havt atgongd til bretskan felagssjógv gjøgnum fiskiveiðisáttmálan við Føroyar.

Eitt nú hevur skotska felagið Scottish Pelagic Fishermen’s Association, SPFA, mótmælt harðliga, at russisk skip, hóast bretska bannið móti at loyva russiskum skipum í bretskan sjógv, kortini hava havt henda møguleikan gjøgnum avtaluna við Føroyar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder