2022-08-28 18:15
Leitisteinur, sum fyrr í vikuni sakk við bryggjuna á Oyri, er fingin upp og er í dag sleipaður til Skála, har hann skal høggast upp.
Tað skrivar Vørn á heimasíðuni.
Brimil sleipaði Leitistein inn á Skála.
Skipið, sum Thor Fisheries í Hósvík eigur, er bygt í 1966, og hevur ikki verið í vinnu seinastu árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald