Innanlands

Brimil sleipaði Ametyst á Havnina

Trolarin fekk maskintrupulleikar hóskvøldið, tá hann var staddur eystanfyri Mjóvanes

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-04-23 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóskvøldið vóru boð eftir Brimli, tá trolarin Ametyst fekk maskintrupulleikar.

Tað var um hálvgum tíggju tíðina, at Ametyst, sum var staddur eystanfyri Mjóvanes, bað um hjálp, og sleipaði Brimil hann á Havnina.

Sambært heimasíðuni hjá Vørn tók sleipið fimm tímar, og kom Ametyst inn tíðliga fríggjamorgunin. Stutt eftir hetta fór hann av stað aftur.

Ametyst varð bygdur í 1986 og hoyrir heima í Havn. Trolarin er 30,42 metrar langur og 8,5 metrar breiður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder