2022-11-28 07:43

Sunnumorgunin varð Brimil boðsendur at sleipa partrolaran Fuglberg til Klaksvíkar.
Tað var um miðnáttarleitið leygarkvøldið, at skiparin á Fuglberg boðaði frá, at teir høvdu tekninskar trupulleikar sum gjørdu at teir ikki fingu siglt sjálvir, og tískil tørvaðu sleip til lands.
Fuglberg var á upsaveiðu, og var skipið tá statt 28 fjórðingar eystur úr Fugloynni. Sleipið tók uml. níggju og ein hálvan tíma, skrivar heimasíðan hjá Vørn.
Dagførd kl. 9.21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald