2021-08-13 12:59
Fyrradagin varð vaktarskipið Brimil boðsent at sleipa eitt garnaskip á Havnina.
Skipið, sum varð statt 65 fjórðingar í ein útnyrðing úr Føroyum, hevði maskintrupulleikar, skrivar Vørn.
Sambært Kringvarpinum var talan um Thor. Tað tók Brimli 19 tímar at sleipa skipið á Havnina.
Thor er smíðað á Bolsønes, í Noregi í 1963. Skipið hoyrir heima í Hósvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald