2021-12-05 21:59
Klokkan 14:18 í gjár fekk MRCC boð um, at ein útróðrarbátur varð uppsteðgaður norðan fyri Sandvík.
Brimil var á Kollafirði tá boðini komu, men var hjá útróðrarbátinum um 17-tíðina. Brimil og útróðrarbáturin komu á Hvalba í gjárkvøldið, skrivar jn.fo.
Útróðrarbáturin Báran, sum var stutt frá uppsteðgaða bátinum, gjørdi eina roynd at sleipa, men pullarturin skrædnaði úr bátinum. Bjargingabáturin hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, Royndin, var eisini hjá neyðstadda útróðrarbátinum, men líkindini vóru ikki til sleip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald