Innanlands

Brúarfoss á Havnini á fyrsta sinni

Síðsta av trimum systirskipum, sum eru í samsigling við Royal Arctic Line

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-11-23 18:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í lýsingini í morgun kom Brúarfoss á Havnina. Brúarfoss er systirskip hjá Dettifoss og Tukuma Arctica.

Síðstnevnda skipið, Tukuma Arctica, hevur verið nógv umrøtt í miðlunum seinastu dagarnar, tí skipið sleit í illveðrinum klokkan hálvgun eitt leygarnáttina.

Skipini eru 2150 TEU til støddar, og eru bygd í Kina. Brúarfoss er tað seinasta av skipunum, sum verður sett í sigling.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder