Innanlands

Brúkiligur fiskiskapur eftir gulllaksi

- Fiskiskapurin eftir gulllaksi hevur verið brúkiligur hiðartil í ár. Síðstu túrarnir hava bæði verið skjótir og góðir, so tað er hugaligt, sigur Anfinn Egholm, skipari á Skoraberg

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2024-06-21 19:25 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Fiskiskapurin eftir gulllaksi hevur verið brúkiligur hiðartil í ár. Síðstu túrarnir hava bæði verið skjótir og góðir, so tað er hugaligt.

Skoraberg og Fuglberg eru annað parið, sum roynir eftir gulllaksi hesa tíðina av árinum. Hitt parið er Polarhav og Stjørnan. Eysturbúgvin og Vesturbúgvin royna eisini eftir gulllaksi, men teir royna við lemmum, tvs. hvør sær.

Í gjár landaðu Skoraberg og Fuglberg 240 tons í Klaksvík eftir fýra døgum.

- Fiskiskapurin eftir gulllaksi hevur verið brúkiligur hiðartil í ár. Síðstu túrarnir hava bæði verið skjótir og góðir, so tað er hugaligt. Tað sigur skiparin á Skoraberg, Anfinn Egholm.

- Vit hava roynt mest suður móti bretska markinum, og støddin hevur verið góð. Hini skipuni royna eisini mest har suðuri, sigur hann.

- Tavan í Leirvík keypir allan fiskin og vit fáa 6 krónur fyri kilo. Fáa vit uppí kørini í 4-5 dagar, so eru túrarnir í lagið, sigur Anfinn.

- Meðan verkfallið var, landaðu vit tveir túrar í Norra. Har fingu vit 5,36 fyri kilo. Tað var ov lítið, tí nógv tíð og olja fór til sigling. Tíbetur var veðrið gott, so siglingin gekk væl, sigur Anfinn.

Skoraberg og Fuglberg vóru á Toftum eftir ísi í gjárkvøldið. Anfinn segði, at teir ætlaðu suður aftur móti markinum at royna.

Sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder