Innanlands

Brúkiligur makrelfiskiskapur

 - Vit hava verið úti í 10 dagar, har vit hava samstarvað og samtrolað við trý onnur skip, siga Bjarki og Jón Vernhard, sum sigla við Høgabergi

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-08-20 21:40 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

 - Vit hava verið úti í 10 dagar, har vit hava samstarvað og samtrolað við trý onnur skip. Tey eru Fagraberg, Arctic Voyager og Christian. Nú var tað okkara túrur at fiskað og taka fiskin inn og at koma heim við honum.

Tað siga Bjarki og John Vernar, sum sigla við Høgabergi.

- Vit fiskaðu í hálvtannað samdøgur saman við Arctic Voyager og fingu 1100 tons. Støddin var góð, tí miðalvektin lá um 450 gram, so tað var brúkiligur fiskiskapur og stødd, siga teir.

- Vit royndu í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar. Har vóru nógv skip og frá nógvum londum. Tá liðugt er at landað fer Høgaberg avstað aftur, men vit fara í feriu, søgdu Bjarki og John Vernar, brosandi.

Høgeberg fór avstað aftur í gjárkvøldið og leiðin lá aftur á makrelfeltið.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í Fuglafirði í gjár og heilsaði uppá landararnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder