- Tað var eitt sindur løgið. Inni við fiskimarkið var stórur og nógvur toskur, men bara hálvanannan fjórðing longri úti, var væl minni at fáa og nógv smærri toskur-
Í gjárkvøldið kom frystilínuskipið Eivind á Havnina. Teir hava roynt við Eysturgrønland og hava góð 100 tons av toski, sum er løgd upp á land í Havn í dag.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag og fekk eisini eitt prát við skiparan, Hera Ellingsgaard.
- Eg haldi túrurin er brúkiligur, hóast tað als ikki er líka nógvur fiskur at fáa har, sum síðstu árini. Vit fóru úr Føroyum 3. august. Teir fyrstu tíggju dagarnar fingu vit nærum ikki roynt fyri ísi. Vit fingu ikki roynt har vit ætlaðu, men noyddust undan ísinum og út í kantin at royna. Har var nakað av brosmu, men smáligt við toski, sigur hann.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Vit royndu tvær ferðir at fara nærri landi og seinnu ferð eydnaðist tað. Tá sluppu vit framat fiskimiðunum og fingu hampiligan frið at fiska fyri ísi. Har inni við markið var bæði nógvur og stórur toskur at fáa, sigur Heri.
- Tað var eitt sindur løgið. Inni við fiskimarkið var stórur og nógvur toskur, men bara hálvanannan fjórðing longri úti, var væl minni at fáa og nógv smærri toskur-
- Veðrið var sera gott og tað blikaði í fleiri dagar. Vit sóu fleiri ferðir blástur frá hvalum bæði nær og fjar. Tað var hugaligt at síggja og tekin um, at har er lív í sjónum, hóast fiskiskapurin mangan hevur verið betri, sigur Heri Ellingsgaard.
Eivind fer eftir ætlan avstað aftur sunnudagin. Restina av árinum koma teir at royna við Føroyar, tí teirra kvotur uttanfyri Føroyar eru fiskaðar.
Skipari verður Jan Vang.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald