Innanlands

Byggja smoltstøðina á Viðareiði út

Bakkafrost byggir út á Viðareiði. Útbyggingin er ein liður í strategiini at ala laksin longri á landi

(Mynd: Bakkafrost)

(Mynd: Bakkafrost)

2020-11-06 18:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sáttmáli er undirskrivaður um bygging av nýggjari smolthøll, ið verður 1200 m3 til støddar.

Bakkafrost hevur skrivað undir sáttmála við trý feløg um útbygging av smoltstøðini á Viðareiði. Feløgini, ið skulu standa fyri byggingini, eru Malltek, RVtøkni og Nomatek. SMJ hevur projekterað og stendur fyri eftirliti og byggileiðslu.

Nýggja smolthøllin kemur í staðin fyri sonevndu Høll C á smoltstøðini á Viðareiði, og kemur nýggja høllin at betra um møguleikarnar at gagnnýta størru karrúmdina, har smoltini ganga.

Útbyggingin er ein liður í felagsins strategi at ala laksin longri á landi. Stórar íløgur verða gjørdar í útbygging av smoltstøðum, og málið er at náa eina miðal smoltvekt á 500 gram við útseting.

Skjøtul verður settur á arbeiðið at byggja smoltstøðina á Viðareiði út í komandi viku, og nýggja høllin kemur væntandi at standa klár fyrst í november 2021.

Tað starvast umleið 20 fólk á smoltstøðini á Viðareiði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder