2024-01-10 21:51
Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum fór í kvøld at sigla til Noregs, har skipið skal landa.
Christian í Grótinum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Nógv skip hava seinastu dagarnar verið inni og landa svartkjaft, og bíðitíðin verður drúgv av somu orsøk. Tí fara fleiri av uppsjóvarskipunum helst komandi tíðina uttanlands at landa svartkjaftin.
Christian í Grótinum verður í Karmsund í annaðkvøld klokkan 18.
Vanligt er at skipini fara til Noregs, Danmarkar ella Ísland um skipini ikki landa svartkjaftin í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald