Uttanlands

Christian í Grótinum til Skagen at landa

Christian í Grótinum er ávegis til Skagen, har skipið skal landa svartkjaft

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-02-08 21:15 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Christian í Grótinum hevur verið á svartkjaftaveiðu, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan, sum er 2600 tons, skal landast í Skagen í Danmark, og skal Christian í Grótinum byrjað at landa tá ið Jupiter hevur landað sína last.

Tá ið Christian í Grótinum hevur landað, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder