2018-11-06 08:27
Verksmiðjuskipið Christian í Grótinum úr Klaksvík, hevur landað sildafløk í Áununum og slógv í Fuglafirði.
Uppslýst verður, at teir høvdu 700 tons av sildafløkum, og 700 tons av slógvi. Sildafløkini vórðu landað til fyrstigoymslurnar í Ánunum, og slógvi varð landað í Fuglafirði.
Talan hevur verið um hampiligan fiskiskap, har teir hava roynt bæði í føroyskum og altjóða sjógvi.
Tá ið teir høvdu landað, fóru teir aftur á sildaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald