2022-09-30 09:45
Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum landaði í gjár umleið 700 tons av makreli til Pelagos í Fuglafirði.
Christian í Grótinum hevur verið á makrelveiðu eystanfyri Føroyar, har hini skipini eisini royna, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Tá ið liðugt var at landa, fór Christian í Grótinum aftur til fiskiskap eftir makreli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald