2025-02-02 21:18
Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa.
Christian í Grótinum hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og veiðan verður landað til Havsbrún.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald