Innanlands

Christian í Grótinum selt alt virksemi í Týsklandi

Vinningurin við virkseminum í Týsklandi var ov lítil

2019-03-21 11:36 Author image
Ari av Rana
placeholder

Christian í Grótinum hevur nú selt alt virksemi í Týsklandi. Norðlýsið skrivar, at Christian í Grótinum  fyri góðum árið síðani seldi makrelframleiðsluna á framleiðsluvirkinum í Týskland til Sæby Fiskeindustry, og at fyritøkan nú hevur selt restina av virkseminum til Karavela.

Jan Petersen sigur við Norðlýsið, at vinningurin at framleiða og selja dósir er sera lítil, og við støði í kappingarumstøðunum á marknaðinum og útlitinum til framtíðina hava tey valt at steðga og selja.

Fyritøkan Karavela, sum Christian í Grótinum hevur selt til, er ein dósaframleiðari í Letlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder