Uttanlands

Christian í Grótinum siglir til Noregs við 3.300 tonsum

Christian í Grótinum er ávegis til Noregs við 3.300 tonsum av svartkjafti

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-05-09 16:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum setti í dag kós móti Noregi við einari stórari nøgd av svartkjafti.

Christian í Grótinum hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Bogi Rasmussen, skipari, upplýsir at teir vera í Karmsund í morgin tíðliga.

Enn er óvist um Christian í Grótinum fer aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt er at landa, sigur Bogi Rasmussen, skipari.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder