2024-03-05 22:26
Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum skal landa 3.500 tons av svartkjaft í Eskifirði í Íslandi.
Christian í Grótinum hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Hetta er triði túrurin, har Christian í Grótinum hevur havt góðan fiskiskap, og ein last varð størsta lastin, sum nakrantíð er landað í Íslandi.
Føroysku skipini hava havt góðan fiskiskap eftir svartkjafti seinastu dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald