2026-05-07 21:21
Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum hevur landað svartkjaft í Noregi.
Christian í Grótinum hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin.
Talan er um størstu einstøku lastina, sum nakrantíð er landað til virkið Prima Protein í Egersund.
Christian í Grótinum er í skrivandi løtu ávegis aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald